Brúkar tú firmabilin privat?
So skalt tú rinda skatt av koyringini, tí so er tað fríur bilur. Arbeiðsplássið skal kanska eisini endurrinda mvg'ið, tað fekk aftur fyri bilin. Tað er sama søga, um tú fert á møti við bilinum, til fótbóltsdyst, koyrir børnini í barnagarð, keypir morgunbreyð til familjuna og hvat sum helst, ið ikki hoyrir til uppgávurnar hjá arbeiðsplássinum.
Annarhvør føroyingur heldur, at reglurnar um firmabilar verða ikki hildnar
Tað kemur fram í feskari brúkarakanning, har TAKS spyr fólk, hvussu raskir føroyingar eru at halda skattareglur landsins. Nógvir ymiskir spurningar verða settir, og tá ið ræður um firmabilar, halda 64% av teimum spurdu, at firmabilar hjá almennum stovnum verða brúktir privat, og 40%, at firmabilar hjá fyritøkum verða tað. Tað er ikki ólógligt at brúka ein firmabil privat, men so er talan um frían bil, og nýtslan er skattskyldig.
Fólk halda, at nýtslan av firmabilum skal kannast
Tað tekur TAKS til eftirtektar og fer í næstum at gera nýtslusýn av firmabilum. Tað er, at vit til ymisk høvi fara at kanna, um firmabilar verða brúktir sambært reglunum, og um talan er um frían bil ella ikki.
Síggj reglurnar her á heimasíðuni
Undir snarslóðum eru tvey leinki um evnið. Annað greiðir frá reglunum, sum starvsfólk skulu duga. Hitt greiðir frá reglunum, sum arbeiðspláss skulu duga.
Tey vísa eisini, hvussu tú orðnar tín firmabil við TAKS
Vel starvsfólk ella arbeiðspláss.