Tað skal tann, sum:
- leigar út,
- er sjálvstøðugt vinnurekandi,
- hevur uttanlandsinntøku, herundir útlendska eftirløn,
- hevur fingið skattauppgerð, ið skal rættast – kanska tí at TAKS ikki veit av, at man hevur onkra av omanfyri nevndu inntøkum.
Seldi tú partabrøv í fjør, skalt tú lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu
Soleiðis skal so ymiskt upplýsast, men ger eitt klikk, so fært tú alt at vita um sjálvuppgávuna og tað, sum hoyrir til.
Las tú forrestin brævið, vit sendu til tín í mars?
Har stendur eisini um hesi viðurskifti hjá tær við okkum. Tað kom í Borgaragluggan og Mínboks 4. og 5. mars og í postkassan vikuna eftir.