Heim at tjena pengar
Lesur tú uttanlands, loysir tað seg at koma heim at arbeiða viðhvørt, eitt nú í ferium. Er ársinntøkan minni enn 30.000 kr., er eingin skattur, og er hon minni enn 65.000 kr., er bara kommunuskattur.
Lønarseðil | ||
Inntøka | Til samfelagið | Til tín |
Ársinntøka < 30.000 | ALS-gjald (0,8%): 240 kr. | |
AM-gjald (3%): 900 kr. | 28.860,00 | |
Ársinntøka < 65.000 | ALS-gjald (0,8%): 520 kr. | |
AM-gjald (3%): 1.950 kr. | ||
Kirkjuskattur (0,75% í miðal): 487,50 kr. | ||
Kommunuskattur (um 20% í miðal): 7.000 kr. | ||
Kringvarpsgjald, heilsutrygdargjald og barsilsgjald: 0 kr.* | 26.182,50 | |
Til tín í alt | 55.042,50 |
---|
Fyri at fáa fyrimunin, skalt tú søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum
Tað gert tú talgilt á Borgaraglugganum.
- Far til gluggan
- Rita inn
- Vel Oyðubløð > Skattur > Umsókn um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum
- Fyll út og send
Fyri at kunna søkja, skalt tú hava havt fastan bústað í Føroyum í minst fýra ár og skalt kunna vísa fram lestrarkort ella aðra lestrarváttan frá skúlanum.
Tað er ikki neyðugt at søkja hvørt ár, men henda broytingar í útbúgvingini, ella gevst tú at lesa, skal TAKS hava boð um tað.
Eftirløn og frítíðarløn
Arbeiðsgevarin skal rinda minst 10% av inntøku tíni í eftirløn. Um upphæddin verður tikin av lønini ella verður løgd afturat, er ein samráðingarspurningur millum teg og arbeiðsgevaran. Í okkara roknistykki verður upphæddin løgd afturat. Frítíðarlønin kemur altíð aftur at inntøkuni. Hana skal arbeiðsgevarin rinda sambært lóg.
P-tal
Arbeiðir man í Føroyum, skal man hava eitt p-tal fyri at fáa løn útgoldna her. Er føroyska p-talið hjá tær óvirkjað, skalt tú endurvirkja tað. Tað er skjótt gjørt. Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00, støkk inn á gólvið hjá okkum á Smyrilsvegi 20 í Havn ella send mail til taks@taks. Minst tá til at upplýsa, hvussu tú eitur, hvør arbeiðsgevarin hjá tær er, og hvussu leingi, tú verður í Føroyum. Finn meir um p-tal og lønarútgjald undir snarslóðum.
*Kringvarpsgjald, heilsutrygdargjald og barsilsgjald
Kringvarpsgjaldið verður strikað, um tú sum lesandi við føstum bústaði uttanlands fært fulla skattskyldu í Føroyum. Heilsutrygdargjaldið verður altíð strikað, um tú hevur fastan bústað uttanlands. Barsilsgjaldið kanst tú eisini søkja um at fáa strikað. Søk um tað, áðrenn tú fært fyrstu lønina, tí gjaldið kann ikki strikast afturvirkandi. Skriva til Barsilsskipanina á taks@taks.fo. Einki umsóknarblað krevst. Umsóknin hevur virknað, frá tí at hon er móttikin.
Tað, sum tú tjenar í Føroyum, skalt tú geva upp í tí landi, har tú býrt
Hetta er skylda tín sambært lóg. Tað merkir ikki, at tú skalt rinda dupultan skatt. Tað merkir bara, at tú skalt upplýsa inntøkuna fyri skattamyndugleikunum.
Fært tú føroyafrádrátt?
Føroyafrádráttur er skattafrádráttur, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum. Tú kanst eisini brúka frádráttin í sambandi við arbeiði í Føroyum. Les meira um henda frádrátt á heimasíðuni hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark. Tú finnur leinkið undir snarslóðum. Har finnur tú eisini leinki til aðrar møguleikar hjá tær sum lesandi.
Okkurt at spyrja um?
Ring til kundatænastu okkara á tel. 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella skriva til taks@taks.fo.