Størv á TAKS
Fert tú at fáa nýtt arbeiði í 2025? Vit hava seks størv leys beint nú. Vitja okkum eisini á Jobmatch tann 30. desember í Norðurlandahúsinum.
Hevur tú eitt analytiskt høvd, sum skjótt dugir at síggja, hvussu ting hanga saman? Hevur tú gott tol og kanst sita í telduni ein heilan dag? Eina hóvliga medferð eisini, sum vekur álit millum fólk?
So skuldi tú søkt starvið sum tollari á greiningardeildini hjá TAKS. Tí tað er brúk fyri fólki sum tær í stríðnum ímóti rúsevnasmugling í Føroyum.
Um starvið
Tú verður partur av narkotoymi okkara, har tú fert at greina dátur í sambandi við ferðslu millum Føroya og útlond, sjálvstøðugt sum saman við starvsfeløgum og øðrum myndugleikum á økinum. Tú fert eisini við øðrum tollarum út á feltið, har tú í verki kanst koma at standa yvir fyri smuglarum, sum greiningar tínar og annara hava avdúkað.
Smugling er ikki avmarkað frá átta til fimm. Stundum verður tí eisini arbeitt uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Um teg
Dátugreining krevur tol, og tú skalt tíma tað væl. Tú mást eisini hava bindindi og ikki gevast á hendur, um einki spyrst burtur úr viðhvørt, eins og tú mást kunna sleppa einum máli, um einki er at fara eftir. Tú ert sjálvandi fakliga forvitin og opin fyri allari læru og útgerð, sum gagna kann í yrkinum.
Umráðandi er eisini, at tú:
• dugir væl við fólki,
• vísir hógv í øllum lutum,
• ert sálarliga og kropsliga væl fyri,
• hevur koyrikort og reina revsiváttan,
• lærir teg alla lóg og reglu á tolløkinum,
• tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt,
• kanst arbeiða talgilt og fylgja við í menningini.
Tú hevur í minsta lagi miðallanga útbúgving, t.d. speditør ella annan viðkomandi lærdóm. Tað er fyrimunur at hava arbeitt við dátugreining áður, eins og royndir í kanningararbeiði/eftirlitsarbeiði eru tað.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt í 27. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið, uttan tó at vera tænastumannastarv. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn og flogvøllurin.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er sunnudagin, 16. februar 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á telefon 35 26 00 ella á bib@taks.fo.
Hevur tú gávur til tøl og roknskap? Kanst tú grannskoða og skattgreina fyritøkur? Vilt tú fáa ábyrgd og fakligar javnlíkar?
So skuldi tú søkt starvið sum fulltrúi á virkisskattinum hjá TAKS.
Um starvið
Tú fært skrivstovu á virkisskattadeild stovnsins, har tú sum partur av einum týðandi toymi fert at fremja avbjóðandi og torskild virkiseftirlit, umframt tú verður við til at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra deildini til.
Um teg
Tú ert ágrýtin í verki og vísir nærlagni, tolsemi og ábyrgd í øllum lutum. Vit ímynda okkum eisini, at tú:
• ert útbúgvin cand.merc.aud., cand.merc.jur. ella samsvarandi,
• hevur ítøkiligar royndir við virkiseftirliti og at kanna torgreidd viðurskifti,
• kanst taka sjálvstøðugar avgerðir og grundgeva fyri teimum út frá lógarteksti,
• dugir væl at orða teg skrivliga á føroyskum og rímiliga væl eisini á donskum og enskum.
Tað er somuleiðis fyrimunur, um tú hevur kunnleika til almenna fyrisiting.
Tú hevur annars lætt við at brúka telduskipanir, herímillum skipanirnar hjá TAKS, og tú dugir at navigera á einum stovni, sum er í einum talgildum skifti, og kanst geva títt íkast til arbeiðið.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn ella Saltangará, alt eftir avtalu.
Starvið verður sett 1. apríl 2025.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er hósdagin, 6. februar 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Poulu á Líðarenda, deildarstjóra, á telefon 35 26 00 ella á pl@taks.fo.
Hevur tú góð evni til tøl og roknskap? Kundi tú hugsað tær at brúkt tíni evni í einum starvi, har tað er góð javnvág millum arbeiðslív og privatlív?
So átti tú at søkt starvið sum kontrollari á fíggjardeildini hjá TAKS.
Um starvið
Tú fært skrivstovu á fíggjardeild stovnsins, har arbeitt verður við roknskapi, innaneftirliti, stovnsbókhaldi, roknskaparfakligum spurningum og øðrum fíggjarmálum. Talan er um fjølbroytt starv, har tú fært ábyrgd og verður hollur stuðul hjá fíggjarleiðaranum.
Høvuðsuppgávur tínar eru at:
• hava ábyrgd sum kontrollari av kjarnuverkætlanini,
• gera mánaðarroknskapir og hava eftirlit við fíggjarstøðuni hjá TAKS og Kjarnuni,
• halda skil á inntøkum, sum stovnurin umsitur.
Tú verður eisini við til at framleiða hagtøl, svara grannskoðaraspurningum, effektivisera arbeiðsgongdir og annars at loysa tær uppgávur, sum hoyra fíggjardeildini til.
Um teg
Tú ert útbúgvin cand.merc.aud., HD-R við drúgvum grannskoðararoyndum ella hevur aðra viðkomandi hægri útbúgving.
TAKS umsitur nógv stovnsnummur, og kompleksiteturin í roknskaparligu samanhangunum er stórur. Tú mást tí hava áhuga fyri analytiskum arbeiði, tí tú fert at granska og rannsaka hesar samanhangir.
Tú hevur lætt við at brúka telduskipanir, herímillum tær, sum almennu roknskapirnir byggja á. Tað er ynskiligt, at tú hevur skil fyri hagtølum og dugir væl Power BI. Gott eisini, um tú kennir til BSL.
Tú tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn.
Starvið verður ætlandi sett 1. apríl 2025.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er sunnudagin, 2. februar 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Nicholas Nielsen, fíggjarleiðara, á 35 26 00 ella á nn@taks.fo.
Kjarnan er stóra KT-skipanin, sum TAKS nú mennir fyri at dagføra og framtíðartryggja fyrisiting sína. Talan er um stórverk, ið skapt verður við fýra sjálvstøðugum verkætlanum, umframt at fíggjardeild, lógardeild og fakligur fylgibólkur eru til hjálpar við sínum kunnleika.
Við søkja við hesum eftir einum fólki til at samskipa arbeiðið.
Um starvið
Tú fært skrivstovu á deildini hjá TAKS fyri KT-menning. Her fært tú við umsitingarligum og samskipandi uppgávum ein týðandi leiklut í at fáa kjarnuarbeiðið at ganga væl; eitt nú við at vera til hjálpar hjá kjarnuleiðsluni, herundir verkætlanarleiðarunum.
Í samráði við kjarnuleiðsluna fert tú eitt nú at:
• tryggja gott samskifti,
• umsita felags teldupost,
• samskipa verkdagar og verkstovur,
• skráseta og fylgja upp upp á uppgávur,
• gera fundarinnkallingar og fundarfrágreiðingar,
• framleiða og dagføra tilfar so sum tíðarætlanir, vegleiðingar, fíggjarlýsingar og rapportir.
Sum partur av deildini fyri KT-menning verður tú eisini við til at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra deildini til. Deildin mennir og røkir eitt nú Borgaragluggan og Vinnugluggan saman við eksternum veitarum og er fakligur garantur fyri, at TAKS kann umsita allar leypandi broytingar í lógum og kunngerðum landsins.
Tá ið aktuella verkætlanin er liðug, kann innihaldið í starvinum verða tillagað alt eftir komandi KT-uppgávum.
Um teg
Tú dugir væl at samskifta og tilrættisleggja, og tú samstarvar væl við øll. Tú stressar heldur ikki av at skula gera fleiri ting í senn, heldur tvørturímóti.
Vit ímynda okkum, at tú:
• í minsta lagi hevur skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi papírir,
• dugir væl við MS Office, serliga Teams og MS DevOps,
• arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd,
• dugir væl føroyskt, danskt og enskt.
Gott eisini, um tú hevur verkætlanarroyndir ella skeið/útbúgving í verkætlanarleiðslu. Sama við almennari fyrisiting.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er hósdagin, 16. januar 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Damgaard, deildarleiðara, á telefon 35 26 00 ella á ann@taks.fo.
Kjarnan er stóra KT-skipanin, sum TAKS nú mennir fyri at dagføra og framtíðartryggja fyrisiting sína. Talan er um stórverk, ið skapt verður við fýra sjálvstøðugum verkætlanum, harav ein verður sett í gongd nú og skal nýmótansgera bókhald og innkrevjing stovnsins.
Søkt verður við hesum eftir einum dugnaligum leiðara, sum ger tanka til verk og førir ætlanina á mál.
Um starvið
Tú fært skrivstovu á deildini hjá TAKS fyri KT-menning. Her fært tú títt egna verkætlanartoymi og kanst avgreiða allar fakligar uppgávur. Tú verður eisini við í kjarnuleiðsluni og fert at samstarva nógv við mennarar, veitarar, endabrúkarar og aðrar verkætlanarleiðarar. Vit arbeiða agilt og primert við fakskipanum.
Sum partur av deildini fyri KT-menning verður tú eisini við til at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra deildini til. Deildin mennir og røkir eitt nú Borgaragluggan og Vinnugluggan saman við eksternum veitarum og er fakligur garantur fyri, at TAKS kann umsita allar leypandi broytingar í lógum og kunngerðum landsins.
Tá ið aktuella verkætlanin er liðug, kann innihaldið í starvinum verða tillagað alt eftir komandi KT-uppgávum.
Um teg
Tú dugir at føra ann, kanst einstarva sum samstarva og kemur væl út av tí við øll. Tú hevur gott høvd, ert fakliga forvitin, hugsar analytiskt og langsiktað og elskar at loysa knútar. Tú tosar og skrivar føroyskt og enskt.
Arbeiðsmessiga hevur tú eisini flair fyri og gjarna royndir í:
• at gera funktionelt snið og góð brúkaramót,
• at greina mannagongdir og at skriva brúkarasøgur,
• at stýra menningarprosessum og agilari verkætlanarleiðslu,
• at miðla millum brúkarar og mennarar og at samskipa áhugabólkar.
Tú hevur hægri útbúgving í kunningartøkni, eitt nú ein bachelor ella kandidat í datalogi, softwaremenning ella samsvarandi. Tú hevur holla vitan um brúkaravinarligheit og gott skil á verkætlanarleiðslu, herímillum Scrum. Tú hevur somuleiðis góða roknskaparfatan og veitst gjarna eitt sindur um BSL.
Tað er fyrimunur at duga at brúka sniðgevingaramboð, serliga Figma. Fyrimunur er eisini at hava áhuga fyri lóg og at kenna eitt sindur til føroyska samfelagið og almennu fyrisitingina.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er hósdagin, 16. januar 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Damgaard, deildarleiðara, á telefon 35 26 00 ella á ann@taks.fo.
Summi siga, at tað er nemt at vera dirigentur. Antin tað er fyri einum orkestri ella einum arbeiðsplássi, so skal man bara standa har og vifta við einum pinni, og faktiskt hava tey rætt. Tað er nemt. Bara man dugir tað og er sum tú og tekur pinnin.
Sum nú – og blíva deildarleiðari hjá TAKS í Klaksvík.
Um starvið
Missiónin hjá TAKS er at tryggja samfelagnum inntøkur, umsita veitingar og at verja fyri ólógligum inn- og útflutningi. Sum partur av hesum er tað uppgávan hjá deildini í Klaksvík at tryggja, at allir persónar við skattskyldu í Føroyum rinda rættan skatt, herundir eisini skatt í sambandi við eftirløn og FAS.
Fremsti lutur tín sum leiðari á deildini er at skapa virkisfýsni og trivnað, so at deildin avrikar væl og fremur sín setning.
Um teg
Tú hevur hug at leiða og hevur ein greiðan leiðslustíl, har tú leggur dent á samstarv og samskifti. Tú tolir press og loypur ikki framav, tá ið á stendur.
Tú hevur í minsta lagi bachelor- ella diplomútbúgving í lóg, búskapi, almennari fyrisiting ella øðrum viðkomandi faki. Tað kann eisini vera ein fyrimunur at hava leiðsluútbúgving ella royndir í starvsfólkaleiðslu og grundleggjandi vitan um føroysk samfelags- og skattaviðurskifti.
Ynskiligt er harumframt, at tú hevur royndir í almennari fyrisiting og at arbeiða innan lógarásettar karmar. Tú vilt sjálvandi eisini framhaldandi førleikamenna teg á tínum økjum.
TAKS er talgilt. Borgarin avgreiðir nógv við okkum á netinum og fer at kunnu gera tað enn meira í komandi tíðum. Sum deildarleiðari fært tú týðandi leiklut í hesi menning og skalt tí hava áhuga fyri talgilding og duga at seta teg inní, hvussu KT-skipanir virka.
Tú ert væl fyri í føroyskum, donskum og enskum.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður lønt í 35. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelagið, uttan tó at vera tænastumannastarv. Lýkur tú treytirnar, verður starvið lønt eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið ella Akademikarafelagið.
Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Klaksvík.
Yvirskipaðu fakligu ábyrgdina av øllum skattaviðurskiftum hjá TAKS hevur deildarstjórin á økinum, tó at tú fert at vísa beinleiðis til stjóran. Tú verður eisini partur av leiðslubólkinum hjá TAKS, har vit vænta áræði og framskygni í arbeiðinum støðugt at føra TAKS framá.
Starvið verður sett sum skjótast.
Send okkum umsókn tína
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er sunnudagin, 2. februar 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Mørkøre, stjóra, á 35 26 00 ella á eym@taks.fo.