Gomul starvslýsing hjá TAKS. Umsóknarfreistin er farin. Til ber ikki at søkja starvið.
02. september 2024
Málsviðgeri til TAKS í Havn
TAKS í Havn søkir eftir einum ágrýtnum tollmálsviðgera at arbeiða við tollingum hjá borgarum og fyritøkum at byrja skjótast gjørligt
Millum fjølbroyttu uppgávur tínar er eitt nú at:
- tollavgreiða innflutning,
- viðgera fyrispurningar um toll,
- tarifera vørur eftir toll- og vøruskránni,
- undirvísa fyritøkum o.ø. í tollviðurskiftum,
- viðgera umsóknir um afturbering av tolli og avgjøldum,
- hava eftirlit við, at rættur tollur verður rindaður fyri tað, sum innflutt verður.
Um teg
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving, ella hevur tú drúgvar royndir á økinum. Royndir við tolli, eftirlitsarbeiði ella almennari fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur.
Tú hevur eisini
- áhuga fyri tollviðurskiftum
- skil á teldum og telduskipanum,
- hegni til lóg og at seta teg inn í tingini,
- evni at leggja til rættis og at taka avgerðir,
- lætt við at skriva og tosa føroyskt, danskt og enskt,
- rætta hugin, nærlagnið og støðufestið til at menna teg í starvinum.
Setanarviðurskifti
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, og høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Umsóknarfreistin er 17. september 2024
Søk starvið á umsóknarskema okkara, har tú viðheftir umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.
Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.