Lurta

Búmerki

Búmerkið hjá TAKS er blað og stelkur. Blaðið umboðar trivnað og menning, stelkurin umboðar samskifti – bæði innanhýsis og millum stovn og borgara.

Blaðið er gylt og dimmgrønt á liti. Litirnir umboða virðiligheit, myndugleika og fakligan stoltleika, og í hesum litum vilja vit røkja okkara uppgávur. Skriftin er árund og mild, samstundis sum hon hevur tyngd.

Soleiðis lýsir búmerkið ein stovn í menning, sum samskiftir og hevur myndugleika, og sum er virðiligur, álítandi og fyrikomandi.

 

Heinta búmerki

RGB.JPEG

CMYK.PDF

CMYK.EPS