Lurta

Navn

Navnið TAKS rennur úr tí at vera til taks – í okkara føri at vera til hjálpar hjá borgarum og fyritøkum. Samstundis hevur tað forbókstavirnar í tolli, avgjøldum, kolvetni og skatti, sum eru kjarnuuppgávur hjá stovninum.

Navnið bleiv til í innanhýsis kapping á stovninum í sambandi við samleikaskiftið í 2008. Tað sat við fyrsta skot, og beinanvegin sóust møguleikarnir. Navnið verður alt skrivað við stórum, TAKS.