Tú hevur altíð dugað væl við fólki. Hugsar man eisini um títt róliga lyndi og evnini at hjálpa og vegleiða, er lætt at síggja, at tú kanst vera eitt gott boð upp á nýggja leiðaran til kundatænastuna hjá TAKS.
Tað er eitt starv, har tú veruliga kanst gera mun
Tí kundatænastan er høvuðsinngongdin inn til TAKS og hevur sum uppgávu at vegleiða fólk um týðandi viðurskifti í gerandisdegi teirra.
Tú verður ein avgerandi partur av hesum arbeiði og fert harumframt at leggja ætlanir fyri, hvussu kundatænastan hjá TAKS kann gerast enn betri.
Sum leiðari skalt tú eisini halda fast um góða arbeiðsumhvørvið á deildini. Tú verður leiðari hjá tíggju røskum og dugnaligum fólkum og fert at vísa til deildarleiðaran á stjórnarskrivstovuni.
Tú fært ein virknan lut í talgilda skiftinum hjá TAKS og mást tí hava áhuga fyri talgilding og kunna seta teg inn í, hvussu KT-skipanir stovnsins virka.
Tú dugir sera væl at samstarva
Tú ert eisini framfýsin og opin fyri nýggjum, men við tínum róliga lyndi og gløggleika loypur tú ikki framav.
Vit vænta, at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella samsvarandi, har kundatænasta hevur týdning,
• leiðsluroyndir og týðiligan leiðslustíl,
• lætt við at skapa yvirlit, tá ið nógv er at gera,
• sjálvstøðugt arbeiðslag og evni at taka skjótar avgerðir, tá ið tað krevst,
• hug og hegni til at seta teg inn í lógarøkini hjá TAKS.
Tað er fyrimunur at hava royndir í kundatænastu, almennari fyrisiting og í at arbeiða innan lógarásettar karmar. Av tí at kundatænastan fevnir breitt fakliga, er tað eisini fyrimunur at hava kunnleika um skatt, toll ella annað fakøki hjá TAKS.
Tú vilt støðugt førleikamenna teg, herundir tínar leiðsludygdir, tí starvsfólk okkara skulu altíð hava góðar leiðarar.
Tú ert væl fyri í føroyskum, donskum og enskum.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, ið verður lønt sum deildarleiðari á lønarstigi 27 eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Starvsstaðurin er í løtuni hjá TAKS í Havn.
Starvið verður sett sum skjótast.
Søk starvið
Tað gert tú á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl og onnur skjøl sum eitt nú prógv.
Umsóknarfreistin er 23. apríl 2025
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dianu Gilstón, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á dg@taks.fo.