Skriva út
31. januar 2025

Freist at rinda b-skattin 2024 og spara eykagjaldið á 4%

Hevur tú ikki rindað skatt av b-inntøku frá 2024, so skuldi tú gjørt tað í síðsta lagi fríggjadagin, 31. januar 2025, tí so sleppur tú frá eykagjaldinum á 4% brutto av teirri inntøkuni, sum skattur ikki er rindaður av.

Flyt skattin á eina av kontunum niðanfyri

Viðmerk p-tal og 2024. Gert tú flytingina úr tínum peningastovni í annan, ger hana so í síðsta lagi dagin fyri freistina, tað er hósdagin, 30. januar 2025. So er skatturin á kontu okkara rættstundis dagin eftir.

Rokna tín skatt við skattaroknaranum
Skattaroknaran finnur tú á www.eskatt.fo. Set tølini hjá tær inn í roknaran, og hann sigur tær skattin, tú skalt rinda. TAKS roknar ikki fyri teg, brúka tí skattaroknaran. Seinni senda vit tær so bræv um at lata inn sjálvuppgávu, har tú fráboðar b-inntøku tína 2024. Brævið vegleiðir, hvussu tú gert. Øll, sum hava b-inntøku, fáa hetta bræv.

Peningastovnur

Skrás.nr.

Kontunr.

BIC/SWIFT

IBAN

BankNordik

6460

101.104.0

FIFBFOTX

FO29 6460 0001 0110 40

Betri Banki

9181

152.861.2

EIKBFOTF

FO65 9181 0001 5286 12

Norðoya Sparikassi

9865

100.188.9

NOYAFO21

FO09 9865 0001 0018 89

Suðuroyar Sparikassi

9870

100.084.6

SUSPFOT1

FO21 9870 0001 0008 46

Danske Bank

3100

169.349.92

DABADKKK

DK88 3000 0016 9349 92