Skriva út
24. apríl 2025

Freist at søkja um fulltrú til Borgaragluggan

Freist at søkja um fulltrú til Borgaragluggan

Vilt tú hava onkran at avgreiða skattaviðurskifti tíni fyri teg, kanst tú geva viðkomandi eina fulltrú at brúka Borgaragluggan í tínum navni. Tú kanst gera tað beinleiðis á Borgaraglugganum undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Fulltrúir. Tú kanst eisini heinta fulltrúina undir leinkjum niðanfyri. Fyll út og send við teldubrævi til taks@taks.fo ella við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Leinki

Fulltrú til Borgaragluggan
Til Borgaragluggan
Um Borgaragluggan