17.000 fáa pengar aftur í skatti
Skattauppgerðin 2023 hjá a-skattgjaldarum er nú gjørd og liggur á Borgaraglugganum og í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í vikuni.
Uppgerðin vísir, at 17.011 borgarar fara at fáa pengar aftur í skatti, í alt 56,5 milliónir krónur. Pengarnir koma á kontu mikudagin, 27. mars.
1.977 borgarar guldu ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning á til samans góðar 7 milliónir krónur. 24.611 guldu rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakað.
Fær man skattauppgerð, skal man kanna, um hon er bein
Er hon tað, skal ikki gerast meira. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 1. mai 2024.
B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð uttan bræv um at lata inn sjálvuppgávu
So skjótt, innlatið er, verður skattauppgerð teirra gjørd. Talan er um 5.978 borgarar.
Fá yvirlit yvir freistir og mannagongdir í sambandi við skattauppgerð og sjálvuppgávu á www.taks.fo/freistir-og-mannagongdir.
TAKS