Skriva út
03. mars 2023

18.112 borgarar fáa pening aftur í skatti

Skattauppgerðin 2022 hjá A-skattgjaldarum sæst nú á Borgaraglugganum og í Mínboks. Tey, sum ikki nýta hesar tænastur, fáa uppgerðina í postkassan í næstum.

18.112 borgarar fáa pening aftur í skatti

Í alt fáa teir 56,8 milliónir krónur útgoldnar. 2.205 borgarar hava goldið ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning, í alt 6,5 milliónir krónur. 23.620 borgarar hava goldið rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakran pening.

Fært tú skattauppgerð, skalt tú kanna, um hon er røtt

Um feilir eru í, skalt tú lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 1. mai 2023. Les meira um hvat og hvussu á www.taks.fo/sjálvuppgáva.

Er uppgerðin røtt, skalt tú einki gera.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð men bræv um at lata inn sjálvuppgávu

Tá ið sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 5.363 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu.