Lurta

19.100 fáa pengar aftur í skatti

Skattauppgerðin 2024 hjá a-skattgjaldarum er nú gjørd og liggur á Borgaraglugganum og í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í næstu viku.

Uppgerðin vísir, at 19.188 borgarar fara at fáa pengar aftur í skatti, í alt góðar 59 milliónir krónur. Pengarnir koma á kontu mikudagin, 26. mars.

1.729 borgarar guldu ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning á til samans  6,5 milliónir krónur. 22.681 guldu rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakað.

Fær man skattauppgerð, skal man kanna, um hon er bein

Er hon tað, skal ikki gerast meira. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 1. mai 2025.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð uttan bræv um at lata inn sjálvuppgávu

So skjótt, innlatið er, verður skattauppgerð teirra gjørd. Talan er um 6.213 borgarar.

Fá yvirlit yvir freistir og mannagongdir í sambandi við skattauppgerð og sjálvuppgávu á www.taks.fo/freistir-og-mannagongdir.

TAKS