220.000 kr. í bót fyri at smugla sigarettir
TAKS hevur seinastu dagarnar havt eyguni við smugling av tubbaki frá skipum, sum liggja við bryggju í Føroyum. Mánakvøldið komu tollarar soleiðis fram á 150 kartengur av sigarettum, sum ein av manningini á einum trolara var í ferð við at selja øðrum manni á bryggjuni. Hald varð lagt á vøruna, og menninir fingu bøtur á til samans 220.000 kr.
Í Føroyum er ikki loyvt at flyta inn tubbaksvøru uttan í vinnuligum sambandi.