300 persónar fáa bræv frá SKAT
Orsakað av broytingini í tvískattasáttmálanum sendir danski skattamyndugleikin nú brøv og oyðubløð til einar 300 persónar í Føroyum, sum fáa útgjald frá danskari eftirlønarskipan.
TAKS vil heita á teir persónar, sum hava fingið eitt tílíkt bræv frá SKAT, um at venda sær til Elsu Brimvík á TAKS.
Broytingin í tvískattasáttmálanum snýr seg um skatting av eftirlønum, tó bara um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Broytingin varð sett í gildi 1. januar 2015.
Høvuðsreglan millum hesi lond er framvegis, at eftirlønir bert verða skattaðar í tí landi, har eftirlønarmóttakarin býr. Broytingin snýr seg um tvey nýggj undantøk til høvuðsregluna:
1) um eftirlønin er skattað við inngjald, verður hon ikki skattað av nýggjum við útgjald, og
2) um eitt land hevur givið frádrátt fyri egið inngjald ella arbeiðsgevarainngjald (burtursíggingarrætt), kann hetta land skatta eftirlønina við útgjald.
300 persónar fáa bræv frá SKAT
Orsakað av broytingini í tvískattasáttmálanum sendir danski skattamyndugleikin nú brøv og oyðubløð til einar 300 persónar í Føroyum, sum fáa útgjald frá danskari eftirlønarskipan.
TAKS vil heita á teir persónar, sum hava fingið eitt sovorðið bræv frá SKAT, um at svara spurningunum á oyðublaðnum og síðan senda tað til eftirlønarveitaran, sum skal fylla upplýsingarnar á síðu 2 út.
TAKS kann veita eina váttan, um frádráttur fyri egið inngjald ella arbeiðsgevarainngjald ikki er veittur í Føroyum. Oyðublað og váttan skal sendast aftur til SKAT í Danmark, so at eftirlønin ikki eisini verður skattað har.