Skriva út
24. september 2022

Afturrindan av mvg: Kirkjuskattur telur ikki sum gáva

Sambært mvg-lógini kunnu felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgu fyri yvir eina millión krónur uttan mvg, fáa mvg'ið á samlaða íløgukostnaðinum afturrindað, um teir lúka treytirnar fyri hesum.

Ein treytin er, at minst 33 prosent av samlaða íløgukostnaðinum uttan mvg skulu vera fingin til vegar sum eitt nú gáva. Hetta er ásett í § 3a, stk. 1, og stk. 2, nr. 1, í lógini.

Kirkjuskattur telur í hesum sambandi ikki sum gáva

Kirkjuskattur kann tí ikki vera partur av nevndu 33 prosentum, tá ið gjørt verður upp, um felagsskapir, stovnar og grunnar kunnu fáa afturrindað mvg á íløgukostnaði.

TAKS

> Les meira um evnið