Áheitan frá TAKS: Nýtið sjálvgreiðslur okkara
Nú, ið alt samfelagið er ávirkað av koronasmittuni, heitir TAKS á borgarar og vinnu um í mest møguligan mun at nýta Borgaragluggan og Vinnugluggan til at avgreiða viðurskifti við TAKS.
Borgaragluggin
Á Borgaraglugganum sært tú t.d. frítíðarlønina og kanst broyta kontunummarið til hennara. Tú kanst eisini kanna skattauppgerðina og lata inn sjálvuppgávu. Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi, kanst tú broyta fyribilsinntøkuna fyri 2020, so at tú ikki rindar meira skatt, enn tú eigur. Les meira um Borgaragluggan á www.taks.fo/borgaragluggin.
Vinnugluggin
Á Vinnuglugganum kanst tú t.d. lata inn mvg-uppgerð. Gev gætur, at hóast løgtingið hevur samtykt, at innlatingarfreistin fyri 1. ársfjórðing er útsett frá 11. mai til 16. november, kunnu fyritøkur, sum ynskja tað, framhaldandi avgreiða mvg til vanliga tíð, bæði við at lata mvg-uppgerðina inn, rinda mvg og fáa mvg afturborið. Les meira um Vinnugluggan á www.taks.fo/vinnugluggin.
Mínlykil verður nýttur at rita inn við
Hevur tú spurningar um Mínlykil, ring til Service Desk hjá Elektron á telefon 34 52 52 mánadag til fríggjadag frá 8.00 og 16.30 ella skriva til sd@elektron.fo. Les meira um Mínlykil á www.taks.fo/mínlykil.
Vit vegleiða fegin
Ring til okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15 ella skriva til taks@taks.fo. Spurningar um Mínlykil skulu tó setast Service Desk hjá Elektron. Sí kontaktupplýsingar omanfyri.
Vinarliga,
TAKS