Skriva út
13. september 2013

Áminning um tilfeingis-/loyvisskattin 2013

Freistin at fyribilsskráseta tilfeingis-/loyvisskattin fyri 2013 er í seinasta lagi 1. oktober 2013.

Tilfeingisskatturin fyri 2013 fellur til gjaldingar í trimum gjøldum, 1. oktober, 1. november og 1. desember í inntøkuárinum, nevniliga 2013.

Hetta merkir, at fyrsta upphædd fellur til gjaldingar sama dag, sum freistin fyri fyribilsskrásetingina er úti.

Um fyribilsskrásetingin er ov lág, verður írestandi tilfeingisskatturin renturoknaður við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað, frá ávikavist 1. oktober 2013 til 1. juli 2014.

Tilfeingis-/loyvisskattur er ein lógarásettur skattur á 2,5% av skattskyldugari inntøku frá fiski- og alivinnu, hægri enn kr. 1.000.000.

Fyribilsskrásetingin av tilfeingis-/loyvisskatti kann gerast við at úfylla oyðublað S45.
Oyðublaðið finst her
Open this document with ReadSpeaker docReader
Ein uppgerð av tilfeingis-/loyvisskattinum skal latast inn saman við sjálvuppgávuni.
Uppgerð av tilfeingis-/loyvisskatti finst her.
Open this document with ReadSpeaker docReader
Lógargrundarlag
Kunngerð nr. 123 frá 16.09.2011 um serstaka uppgerð í samband við tilfeingis-/loyvisskatt.
Løgtingslóg nr. 86 frá 1. September 1983 (Skattalógin), § 30 b.


TAKS
13. september 2013