Skriva út
14. desember 2022

Arbeiðsgevarar: Lønaravritið verður ikki sent við posti longur

Fyrsta arbeiðsdag í árinum plagar TAKS at senda arbeiðsgevarum eitt lønaravrit við posti. Hetta er yvirlit yvir lønir, sum arbeiðsgevarar hava goldið um a-skattaskipanina farna árið. Yvirlitið verður ikki sent við posti longur.

Vit vísa til yvirlitið á Vinnuglugganum

Tað yvirlitið er upp aftur betri, tí umframt samlað lønarútgjald vísir tað eftirløn, frítíðarløn og lønarafturhald. Fyri alt árið og mánað fyri mánað. Fyri allan starvsfólkahópin og starvsfólk fyri starvsfólk. Heilt aftur til 1. apríl 1984.

Rita inn og vel Lønir. Til at síggja farna árið, vel Útgjaldingar til øll starvsfólk og 2022. Yvirlitið kann nýtast til at samanbera við lønarroknskapin.

TAKS skal hava boð um rættingar, fríar ágóðar og skattafríar veitingar 2022

Fríar ágóðar og skattafríar veitingar skrivar man á oyðublaðið Fráboðan um fríar ágóðar og skattafríar veitingar 2022. Rættingar skrivar man á sítt egna skjal.

Send til taks@taks.fo ella til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Fráboðanarfreistin er 31. januar 2023

Verður ikki boðað frá áðrenn freistina, hevur TAKS heimild til at áleggja sekt.

Vinnugluggin er sjálvgreiðslan hjá TAKS til tey vinnurekandi

Hevur tú ikki fingið tær hann, send okkum umsóknina og rita inn eins og 4.000 onnur vinnurekandi. Heinta umsókn og les um gluggan á taks.fo/vinnugluggin.

Leinki

Vinnugluggin
Fráboðan um fríar ágóðar og skattafríar veitingar 2022