Lurta

Atgongd til Vinnugluggin.fo

Vp.fo hevur í dag borið tíðindi um, at tað eru trupulleikar við at sleppa inn á síðuna www.vinnugluggin.fo, ið TAKS umsitur. Rætt er, at onkur í løtuni upplivir trupulleikar við síðuni, t.d. um ein skrivar http ístaðin fyri https. Trupulleikarnir eru tó eftir øllum at døma tengdir at tí telduni, sum ein situr við, og tí er ymiskt frá teldu til teldu, hvør adressa riggar og ikki. Tískil er tað eisini eitt sindur trupult at geva eintýðug tilmæli um, hvussu best slepst á Vinnugluggan. TAKS kannar hetta nærri í løtuni. Fyribils mæla vit tó til at royna adressuna www.vinnugluggin.fo. Ein annar møguleiki er at fara umvegis www.taks.fo, har ein leinkja til Vinnugluggan er at finna á forsíðuni.

TAKS 
4. desember 2013