Skriva út
21. oktober 2024

Av misgáum er lívváttan send út tvær ferðir

Í sambandi við útgjald av arbeiðsmarknaðareftirløn hevur TAKS tann 16. oktober av misgáum sent út aftur eina lívváttan, ið móttakararnir eisini fingu sendandi í julimánaði.

Tey, sum longu hava sent váttanina frá julimánaði inn aftur, hava avgreitt sítt og skulu ikki senda av nýggjum. Tey, sum ikki hava sent inn aftur enn, kunnu brúka váttanina, sum send varð í julimánaði.

Umberið mistakið
TAKS