Bert helvtin av Airbnb-útleigarunum rindar skatt
Seinastu árini hevur TAKS kannað, hvussu nógv fólk upplýsa TAKS um leiguinntøku sína, tá tey leiga út gjøgnum Airbnb. Úrslitið vísir, at bert helvtin av útleigarunum ger hetta. Airbnb er størsti útbjóðarin av útleigu á netinum, og tí hevur TAKS valt at hyggja serliga at Airbnb. Samstundis er støðan eisini tann, at nógvir av bústøðunum ganga aftur hjá fleiri nettænastum.
Talið av føroyskum bústøðum á Airbnb er støðugt vaksið seinastu árini. Uppteljing hjá TAKS vísir, at talið av bústøðum er tvífaldað hvørt ár síðan 2015. Við árslok 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb, og sambært kanningum hjá TAKS eru tað 430 persónar og feløg, sum eiga hesar bústaðir.
Hava kannað Airbnb-útleigu í trý ár
Fyrstu árini, ið TAKS kannaði útleigu gjøgnum Airbnb, vórðu ikki øll leigumál kannað. Í fjør kannaði TAKS so ognar- og skattaviðurskifti hjá øllum bústøðum, sum vóru skrásettir á heimasíðuni hjá Airbnb við árslok í 2017. Høvuðsniðurstøðan í eftirlitsarbeiðinum er, at bert helvtin av útleigarunum upplýsir TAKS um leiguinntøku sína, soleiðis sum lógin áleggur.
Ein onnur niðurstøða er, at kunning um húsaleigu fær fólk at lata rættari inn. Tískil fer TAKS komandi tíðina at varpa ljós á, hvussu inntøka frá húsaleigu skal gevast upp til skattingar.
Tíðarkrevjandi arbeiði
Higartil hevur TAKS ikki fingið upplýsingar um leigumál beinleiðis frá Airbnb. Summi lond hava avtalu við Airbnb um at kunna skattamyndugleikarnar um leigumál, men slíka avtalu hava vit ikki í Føroyum. Tískil mugu eftirlitsfólkini hjá TAKS leita fram upplýsingar á annan hátt, og tað er tíðarkrevjandi arbeiði.
Les eisini
> Allir Airbnb-útleigarar hava fingið bræv frá TAKS
> Nógvir Airbnb-útleigarar draga ov nógv frá skattskyldigu inntøkuni
> Soleiðis verður inntøka frá Airbnb givin upp til skattingar