Bitcoin og skattur
Síðstu árini eru komin talgild gjaldoyru, ið kunnu keypast og seljast á netinum og sumstaðni býtast um við vørur í vanligum handlum. Kendast man vera Bitcoin, men onnur eru eisini, eitt nú Ethereum, Tether og USD Coin.
Handil við talgildum gjaldoyra er skattskyldigur
Tað er hann sambært § 25 í skattalógini, sum sigur, at skattur skal rindast av allari inntøku, um ikki undantøk verða givin í lógini.
Eitt undantak er t.d., at skattur verður ikki rindaður av at selja ogn, sum ikki er keypt við víðarisølu ella umbýti fyri eyga. TAKS metir tó, at handil við talgildum gjaldoyra primert verður gjørdur við nettupp víðarisølu ella umbýti fyri eyga, og undantakið er tí ikki galdandi fyri slíkan handil. Hann er tískil skattskyldigur.
Skal útveganarvirðið dragast frá søluvirðinum, so at bert nettovinningurin verður skattaður, skulu útveganarvirðið og søluvirðið skjalprógvast. Gev eisini gætur, at skattur verður roknaður av vinninginum, men tap, sum ikki rúmast sum frádráttur í vinninginum, kann ikki flytast til frádrátt í aðrari inntøku ella verða framflutt sum hall/tap í seinni árum.
Vinningurin skal gevast upp við sjálvuppgávu á vanligan hátt.