Skriva út
27. januar 2017

Broytingar í barnafrádráttinum

(In English below)

Frá 1. januar 2017 eru reglurnar um barnafrádráttin broyttar. Í framtíðini verður frádrátturin einans latin foreldrum at børnum, sum hava fastan bústað í Føroyum, ella sum eru uttanlands í lestarørindum og hava fulla skattskyldu í Føroyum. Í øllum øðrum førum verður barnafrádráttur ikki latin longur.

Upphæddin hjá landinum eisini broytt
Upphæddin á barnafrádráttinum, sum landið letur, er eisini broytt, soleiðis at hon nú er knýtt at aldri barnsins. Árligi frádrátturin hjá landinum fyri børn í aldrinum 0-6 ár er nú 9.200 kr., og fyri børn í aldrinum 7-17 ár er hann 6.500 kr. Kommunali barnafrádrátturin verður framhaldandi líka fyri øll børn. Upphæddin er tó ymisk frá kommunu til kommunu, og í 2017 liggur hon ímillum 4.000 og 10.000 kr. um árið. Yvirlit yvir kommunurnar sæst her.

Dømi
Í Tórshavnar kommunu er árligi barnafrádrátturin 8.000 kr. fyri hvørt barnið. Býr ein í kommununi og hevur eitt barn á 4 ár og eitt á 10, so verður árligi barnafrádrátturin til samans 31.700 kr. (8.000 + 9.200 + 8.000 + 6.500). Foreldrini kunnu býta frádráttin millum sín og fáa frádrátt fyri hvør sítt barn. Tá fær annað foreldrið 17.200 kr. fyri yngra barnið, og hitt fær 14.500 kr. fyri eldra barnið, treytað av, at bæði foreldrini búgva í Tórshavnar kommunu. Til ber ikki at býta frádráttin fyri eitt barn ímillum sín.

 
Changes in Law on Child Allowance

From January 1st 2017 the law regulating child allowance has changed. This means that tax reduction due to child allowance is no longer given to parents of children living elsewhere than in the Faroe Islands.

Parents who previously got a reduction in their income tax because they have children living abroad will no longer get this reduction, unless the child is studying abroad, but has remained fully liable to taxation on the Faroe Islands.

For parents of children living in the Faroe Islands child allowance tax reduction is still given.

The amount of child allowance tax reduction is regulated both nationally by the government and locally in each commune. The national amount is based on the age of the child. In 2017 the national annual amount is DKK 9.200 per child younger than 7, and DKK 6.500 annually for children aged 7 to 18 at January 1st in the respective calendar year

The locally regulated amount varies in each commune, as the amount can be anywhere between DKK 4.000 to 10.000 annually. In Torshavn for example the annual child allowance tax reduction is DKK 8.000 per child in 2017. There is no age differentiation in the allowance at the communal level. So for example if one lives in Torshavn and has at child aged 3, the annual tax reduction due to child allowance is a total of DKK 17.200 (9.200 + 8.000).