Skriva út
01. juli 2024

Broytingar í barsilslóggávuni

1. juli hækkar hámarkið fyri barsilspening úr kr. 25.000 upp í kr. 30.000 um mánaðin. Fyri tey, sum hava rætt til hægri barsilspening, hendir hækkingin sjálvvirkandi, og nýtast foreldur og arbeiðsgevarar tí einki at gera. Bæði tey, sum eru í barsil, og tey, sum søkja eftir 1. juli, eru umfatað av broytingini. 

Studningur telur við í útrokningargrundarlagnum fyri nýútbúgvin

Frá 1. juli kann studningur frá Studna teljast við í útrokningargrundarlagið fyri nýútbúgvin, sum skulu í barsil. Henda broytingin er galdandi fyri tey, sum søkja um barsilspening frá 1. juli 2024 og er tískil ikki galdandi fyri tey, sum longu eru í barsilsskipanini. 

Í verandi løtu er kunngerðin, sum ásetir neyvari reglur um útrokningargrundarlagið, til hoyringar, og tí ber ikki til at siga heilt, júst hvussu studningurin kemur at telja við. Tá kunngerðin er lýst, verður kunnað um hetta.

Meirles

> Barsilspengar