Broytt skattalóg
Í dag er broyting í skattalógini lýst í kunngerðablaðnum. Broytingarnar snúgva seg m.a. um skatting av seyði, sum verður latin í sambandi við fjallgongu og røkt.
Tað er aldargomul siðvenja í Føroyum at seyður verður latin sum samsýning fyri at ganga á fjall og fyri at røkta seyð v.m.
Eftir lógarinnar bókstavi (§ 25 í skattalógini) eigur virði av tílíkum seyði at roknast við í skattskyldugu inntøkuni hjá tí persóni, ið fær seyðin.
Siðvenja hevur tó gjøgnum allar tíðir verið ikki at skatta virðið av hesum seyði, hóast spurningur av og á hevur verið settur, um hetta er í tráð við lógarinnar bókstav.
Tá fjalllomb og røktingarlomb í praksis ikki hava verið skattað, vil henda broytingin ikki fáa fíggjarligar avleiðingar fyri almennu kassarnar, men bert lógfesta tann praksis, ið hevur verið galdandi og taka burtur tann iva, ið til tíðir hevur tikið seg upp millum manna.
Um ístaðin varð valt at skatta fjalllomb og røktingarlomb, hevði hetta í fyrsta umfari givið almennu kassunum eina meirinntøku, men tá talan hevði verið um nógvar smáar upphæddir, hevði ein týðandi partur av eykainntøkuni farið til umsiting og eftirlit, og samstundis hevði henda serliga mentanin, ið er í samband við seyðahald í Føroyum, verið órógvað.