Skriva út
01. mars 2024

Færri vinnugreinar fáa brennioljuavgjaldið endurrindað

Beint fyri jól samtykti Løgtingið, at avgjaldið á brenniolju ikki longur skal endurrindast teimum vinnugreinum, sum nevndar vóru í § 2, stk. 4, í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.

Hetta vóru vinnugreinarnar fiskaaling, ídnaður, gistingarhús, vallaraheim, farmaflutningsvirki, garðyrki og plantuskúlar.

Broytingin kom í gildi 1. januar 2024 og merkir, at mvg-uppgerðin fyri 4. ársfjórðing 2023 var hin seinasta, har nevndu vinnugreinar kundu seta oljuavgjaldið á og fáa tað endurrindað.

TAKS