04. mars 2019
Fongsulsdóm fyri at smugla rúsevni
Mikudagin 20. februar fekk ein 21 ára gamal maður í Føroya rætti treytaleysa fongsulsrevsing í 2 ár og 3 mánaðir fyri at hava smuglað 214 gramm av amfetamini og 1.285 gramm av hassji til Føroya í desember 2018. Maðurin kom við Norrønu úr Danmark, og í viðførinum fann TAKS nevndu rúsevni, eftir at rúsevnahundurin hevði markerað upp á viðførið. Maðurin tók við dóminum.