Skriva út
24. mai 2017

Frá 1. juni fært tú bót, um tú keypir heilivág á netinum

Hóast bert Apoteksverkið hevur loyvi til at innflyta heilivág í Føroyum, so gerst alt vanligari, at fólk bíleggur til sín sjálvs á netinum, og tað gongur ikki dagur, at posteftirlitið hjá TAKS ikki kemur fram á slíka vøru.

Postsendingar við heilivági verða nú latnar løgregluni

Verður komið fram á vøru, ið TAKS heldur vera heilivág, verður Apoteksverkið tilkallað fyri at staðfesta, um so er. Er talan um heilivág, verður sendingin latin løgregluni, sum setir seg í samband við móttakaran og avgreiðir málið við hann. TAKS kunnar móttakaran um hetta fyrst.

Um onnur vøra er í sendingini

Inniheldur postsendingin aðra vøru umframt heilivágin, verður henda vøra útflýggjað, tá ið løgreglan er liðug at viðgera málið. Heilivágurin verður fyribeindur.

Visti tú, at veska til elektroniskar sigarettir er heilivágur?

Les um tað og annað meira í sambandi við heilivág her á heimasíðu okkara.