28. apríl 2022
Frítíðarlønin á kontu 2. mai
Mánadagin, 2. mai, verða útvið 520 milliónir krónur fluttar 34.235 persónum í frítíðarløn. Hetta eru 21 milliónir og 1.353 persónar fleiri enn í fjør.
Fært tú frítíðarløn, kanst tú síggja upphæddina á Borgaraglugganum. Tú hevur eisini fingið bræv um tað á Mínboks.
Gev gætur, at TAKS letur ikki upplýsingar um frítíðarløn um telefon.