Skriva út
07. oktober 2013

Gjaldskipanin í Vinnuglugganum stongir nakrar tímar

Seinnapartin týsdagin 8. okt. kl. 15.00 og til mikumorgunin 9. okt. kl. 10.00 verður gjaldskipanin í
Vinnuglugganum stongd vegna umleggingar í skipanini. Hesar tímarnar ber ikki til gjalda toll, mvg
ella onnur gjøldl í Vinnuglugganum. Tó ber til at tollavgreiða og skráseta mvg sum vanligt.

Tørvar tær at rinda toll, mvg ella onnur gjøld í hesum tíðarskeiðinum, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við TAKS.


TAKS
7. oktober 2013