Hygg í Mínboks 3. mars og síggj, um tú fært pengar aftur í skatti
Tá kemur skattauppgerðin í boksina og kann siga tær, um tú eigur pengar á, skalt rinda meira ella hevur goldið nett tað, tú skuldi.
Í fjør var talan um góðar 54 milliónir krónur
Tær vórðu goldnar 17.122 borgarum. 1.664 skuldu rinda meira, og 23.283 høvdu rindað rætt.
Fært tú pengar aftur, koma teir á kontu 22. mars
Gev gætur, at áogn minni enn 25 krónur fellur burtur. Sama ger skuld á minni enn 100 krónur.
Mínboks er á Vanganum
Rita inn á Vangan við Samleikanum. Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú fáa hann á heimasíðuni hjá Vanganum á www.vangin.fo.
Brúk fyri hjálp til at hyggja í Mínboks?
Mínboks, Vangin og Samleikin eru tænastur hjá Talgildu Føroyum. Set teg í samband við Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum 8:00 og 16:30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Tú finnur eisini vegleiðingar á heimasíðuni hjá Vanganum, www.vangin.fo
Til ber ikki at biðja TAKS um hjálp til hesar tænastur.
Leinki
Vitja Vangan (vangin.fo)
Les um Vangan (taks.fo)