Skriva út
02. september 2013

Hýruvognsførarar givið ov lítið upp í skatti

Eftirlitið hjá TAKS er komið eftir, at 14 hýruvognsførarar í tíðarskeiðinum frá 2009 til 2010 ikki hava ført nøktandi roknskap sambært skattalógini. Tað vísir ein fyribils kanning. Hýruvognsførararnir hava samanlagt givið 1,9 millión krónur ov lítið upp til skattingar.

TAKS hevur gjørt eina avtalu við hýruvognsførararnar um at rinda pengarnar aftur. Síðani eftirlitini vóru gjørd, hava fleiri hýruvognsførarar sjálvbodnir rættað teirra roknskap og sjálvuppgávu fyri 2011 og 2012.

Eftirlitsarbeiðið er ein hornasteinur í virkseminum hjá TAKS. Stovnurin roynir støðugt at kanna ymiskar yrkisbólkar, um tey fylgja roknskaparreglugerðini og geva rætt upp. Fyri nøkrum árum síðani setti TAKS sjóneykuna á koyrilærararnar, og nú standa hýruvognsførarar fyri tørni.

Fyribils úrslitini av eftirlitsarbeiðinum leggja upp til, at enn fleiri eftirlit eru neyðug at gera, tí óskil var í roknskapinum hjá at kalla øllum teimum kannaðu hýruvognsførarunum. Við at hyggja nærri at bæði sjálvuppgávunum og roknskapunum hjá hýruvognsførarunum, kundi eftirlitið hjá TAKS staðfesta, at ov lítið er givið upp.

TAKS fer at halda fram við at kanna hesa vinnu.


TAKS
2. september 2013