Inngjaldskort frá TAKS í MínBoks
Higartil hevur TAKS bert sent vanlig brøv umvegis MínBoks, men framyvir verða eisini inngjaldskort send umvegis MínBoks.
Inngjaldskortini skulu gjaldast á sama hátt sum áður umvegis netbankan, men seinni fara MínBoks og Netbankin at arbeiða saman, soleiðis at ein bert nýtist at skriva undirskriftarmerkið, tá rokningin skal gjaldast.
Inngjaldskort, ið TAKS sendir umvegis MínBoks, eru t.d. rokningar fyri skatt, heilsutrygd og annað.
Nú inngjaldskort verða send umvegis MínBoks er sera týdningarmikið at rita inn av og á, soleiðis at rokningar ikki detta burtur ímillum.
TAKS
9. desember 2013