Kunning um pensjónir úr Danmark
Fleiri føroyskir pensjónistar hava seinastu dagarnar fingið eina skattarokning sendandi frá SKAT Danmark. Talan er um eina rokning í sambandi við ymisk sløg av pensjónum, sum føroyingar fáa úr donskum pensjónskassum. Føroyskir pensjónistar, sum fáa pensjón úr Danmark, eiga av røttum ikki at rinda skatt í Danmark av pensjónini, og tí er neyðugt at heita á SKAT Danmark um at rætta brævið.
Hetta vil TAKS fegin hjálpa tær við.
Tú ert vælkomin at venda tær til Kundatænastuna hjá TAKS á Smyrilsvegi 7 í Havn ella á telefon 352600.
Tað er týdningarmikið, at tú hevur pappírini frá SKAT Danmark og onnur viðkomandi skjøl við tær.
TAKS
20. august 2013