Lurta

Landið fleiri skattakrónur

Landið hevur fyrstu ellivu mánaðirnar í ár fingið 21,3 mió. krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 1,1 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 1,9 % hægri enn um somu tíð í fjør.

Føroysku kommunurnar hava higartil fingið eitt vet minni inn í skatti fyrstu ellivu mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 301 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 4,6 milliónir krónur ella 0,36 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2013 eru 213 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 65 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 20 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar.

Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjast herOpen this document with ReadSpeaker docReader
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast herOpen this document with ReadSpeaker docReader


TAKS
4. desember 2013