Landið og kommunurnar fingið meira inn í skatti
Bæði landið og kommunurnar hava fingið meira inn í skatti fyrra hálvár í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS fyri fyrstu seks mánaðirnar í ár.
Landskassin hevur higartil fingið góðar 641 milliónir krónur inn í skatti, og hetta er nakað meira enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Ítøkiliga er skattainntøkan slakar 32 milliónir hægri, sum svarar til 5,22 %. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 724 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 32 milliónir krónur ella 4,66 % meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Allar kommunurnar, undantikin Húsavíkar kommuna, hava hægri skattainntøkur fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør. Millum størru kommunurnar hava millum annað Sjóvar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vestmanna kommuna, Sørvágs kommuna og Eystur kommuna ta størstu framgongdina, tó at tær størstu kommunurnar Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna og Runavíkar kommuna eisini hava eina hampiliga framgongd.
Fyrstu seks mánaðirnar í 2014 eru góðar 126 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og slakar 21 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 13 milliónir krónur meira.
Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjast her
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her