Meira í kommunu- og landskassan
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár hava bæði kommunurnar og landið fingið meira inn í skatti enn sama tíðarskeið í fjør. Hjá landinum er talan um eina framgongd upp á góðar 10 milliónir krónur. Uppgerðin hjá TAKS vísir, at hjá føroysku kommununum er samlaða framgongdin fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár 13,4 milliónir krónur.
Flestu kommunur hava eina framgongd sammett við sama tíðarskeið í fjør. Millum størru kommunurnar hava Tvøroyrar og Tórshavnar kommuna størstu framgongdina, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava eina framgongd, sum tó ikki er líka stór.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2014 eru góðar 63 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 10 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 7 milliónir krónur meira. Eisini inntøkurnar frá kirkjuskatti eru eitt vet størri higartil í ár.
Eitt fyrivarni við at samanbera skattainntøkur hesa ársins tíð, er, at skattainntøkurnar hjá bæði landi og kommunum kunnu ávirkast av, nær páskirnar eru.
Yvirlit yvir kann fyribilsskattin kann síggjast her.
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her.