28. mai 2021
Meirvirðisgjald á ferðaleiðaravirksemi útsett til 1. januar 2022
TAKS boðaði tann 11. mai frá, at ferðaleiðaravirksemi er mvg-skyldigt. Í nøkur ár hevur tað annars verið tulkað sum mvg-frítt.
Ferðaleiðarar gjørdu tá vart við, at broytingin kom tvørtfyri so brádliga, tí hon ávirkaði teir prísir, sum longu vóru avtalaðir við kundar til sesongina í ár.
TAKS hevur tikið hesar viðmerkingar til eftirtektar og hevur útsett meirvirðisgjaldið á ferðaleiðaravirksemi til 1. januar 2022.