Minst til rætta bilin
Nú summarið er fyri durum, og fólk í hópatali fara á bilferiu, fer TAKS undir átakið “Minst til rætta bilin”. Við átakinum vil TAKS gera vart við, at tað ikki er líkamikið, um bilurin, sum verður nýttur til feriuna, er privatbilur ella firmabilur.
Bilur, sum er privat ogn, kann sjálvsagt altíð nýtast sum feriubilur, men øðrvísi er við firmabilinum. Skal ein firmabilur nýtast í feriuni, eru ávísar treytir galdandi.
Privat nýtsla av firmabilinum
Firmabilur hjá einum partafelag, kann bert nýtast til privata nýtslu, so sum feriu, um íløgu-mvg’ið av bilinum ikki er drigið frá í mvg-uppgerðini. Samstundis skal persónurin, sum koyrir bilin, rinda skatt av fríum bili.
Er talan um bil hjá einstaklingsvirki, skal íløgu-mvg’ið av bilinum heldur ikki vera drigið frá í mvg-uppgerðini, um bilurin skal nýtast privat. Harumframt skal privata nýtslan av bilinum (eginnýtslan) inntøkuførast í roknskapinum hjá virkinum.
Tá hesar treytir eru loknar, kann bilurin nýtast til privata nýtslu, so sum til feriubil. Eru treytirnar ikki loknar, er bilurin at meta sum fult vinnuligur, og má hann ikki nýtast privat.
Í sambandi við átakið “Minst til rætta bilin” fer mvg–deildin, í samstarvi við tolldeildina, at gera eftirlit av bilum og ferðandi, sum fara av landinum í summar.