Nú fáa ítróttafeløg lutfalsligan frádráttarrætt fyri mvg av t.d. ítróttaútgerð
Í sambandi við avgerð hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini hevur TAKS endurskoðað, hvussu ítróttafeløg skulu gera mvg upp.
Ítróttafeløg eru ofta mvg-skrásett, tí tey hava lýsingainntøkur. Ein av niðurstøðunum hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini er, at flestu útreiðslurnar hjá ítróttafeløgum eisini hava við lýsingainntøkur at gera.
Tí fáa ítróttafeløg nú lutfalsligan frádráttarrætt fyri mvg av t.d. ítróttaútgerð. Henda rætt hava tey ikki havt áður. Vanligu ásetingarnar í mvg-lógini eru tó framvegis galdandi, eitt nú kunnu ítróttafeløg ikki draga mvg frá av mati til starvsfólk.
Lutfalsligur frádráttarrættur verður roknaður við lutfallinum millum mvg-skyldigar inntøkur og aðrar inntøkur. Lykilin skal roknast árliga. Lykilin er fyribils og tekur útgangsstøði í undanfarna roknskaparári. Tá roknskapurin í inniverandi ári er liðugur, og nýggi lykilin kendur, verður síðsta mvg-uppgerðin í roknskaparárinum regulerað.
Øll ítróttafeløg, ið eru mvg-skrásett, skulu broyta uppgerðarhátt frá 2. ársfjórðingi 2018.
Eru ivamál, eru ítróttafeløg vælkomin at seta seg í samband við TAKS.