21. apríl 2017
Nýggj vegleiðing um transfer pricing
TAKS hevur, við góðkenning frá Toll- og skattaráð Føroya, gjørt eina vegleiðing, ið lýsir yvirskipaðu reglurnar í føroysku lóggávuni um transfer pricing. Hon lýsir eisini skylduna at lata upplýsingar og at skjalprógva prísir og treytir, sum eru nýtt í handilsligum og fíggjarligum viðurskiftum millum partar í áhugafelagsskapi.