Skriva út
15. mars 2018

Pensjonistar við útlendskari eftirløn gáa ikki altíð eftir føroyska skattinum

Eitt eftirlit hjá TAKS fyri inntøkuárið 2015 hevur víst, at pensjonistar, sum búgva í Føroyum og fáa útgjald frá pensjónsskipan í øðrum Norðurlandi, ikki altíð geva sær far um, at útgjaldið skal skattast í Føroyum.

Um leið 70 pensjonistar hava tí fingið ella fara at fáa bræv frá TAKS um, at teir hava ikki givið útlendska eftirlønarútgjald sítt fyri 2015 rætt upp til skattingar, og at teir nú verða kravdir eftir skatti av hesum.

Seinni fer TAKS at kanna viðurskiftini fyri inntøkuárið 2016.

Norðurlond upplýsa sínámillum um inntøkur hjá borgarum
Seinastu árini hava Norðurlond latið hvørt øðrum upplýsingar um inntøkur, sum borgarar í einum Norðurlandi hava í øðrum Norðurlandi. Tað er út frá hesum upplýsingum, at komið er eftir, at ikki allir pensjonistar hava givið pensjónsútgjald sítt upp til skattingar. Eftirlitið hevur eisini víst, at ofta er tað í gáloysni ella av vantandi vitan, at tað ikki verður gjørt.

Lívrenta og lutapensjón skulu skattast í Føroyum, men ikki kapitalpensjón
Sambært skattalógini skulu tey, sum hava skattskyldu í Føroyum og hava útlendska eftirlønarsamansparing, rinda skatt av eftirlønarútgjaldinum í Føroyum, tá ið talan er um lutaeftirløn og lívrentu.

Útgjald av kapitalpensjón skal ikki skattast í Føroyum. Í staðin trekkja skattamyndugleikarnir í útgjaldslandinum eitt avgjald burturav. Er talan um útgjald úr danskari pensjónsskipan, kunnu pensjonistar í Føroyum sambært avtalu millum Føroyar og Danmark fáa upp til 5% av avgjaldinum endurgoldin við at boða TAKS frá. Prosentupphæddin veldst um, hvussu leingi ein hevur búð í Danmark í uppsparingartíðini. Tess styttri, tess størri prosentupphædd.

Pensjonistar kunnu kanna skattin í Borgaraglugganum ella í skattauppgerðunum
Teir pensjonistar, sum ivast í, um teir hava goldið skatt av útlendskum eftirlønarútgjaldi, kunnu kanna tað við at hyggja í Borgaragluggan ella í skattauppgerðirnar fyri tey árini, teir hava fingið útlendska eftirløn útgoldna.

Til ber at lesa meira um eftirløn á www.taks.fo/eftirlon.