Skriva út
03. januar 2025

Rinda b-skattin 2024 í januar og spar eykagjaldið á 4%

Hevur tú ikki rindað skatt av b-inntøku frá 2024, so skuldi tú gjørt tað í síðsta lagi fríggjadagin, 31. januar 2025, tí so sleppur tú frá eykagjaldinum á 4% brutto av teirri inntøkuni, sum skattur ikki er rindaður av.

Rokna tín skatt við skattaroknaranum

Skattaroknaran finnur tú á www.eskatt.fo. Set tølini hjá tær inn í roknaran, og hann sigur tær skattin, tú skalt rinda. TAKS roknar ikki fyri teg, brúka tí skattaroknaran. Seinni senda vit tær so bræv um at lata inn sjálvuppgávu, har tú fráboðar b-inntøku tína 2024. Brævið vegleiðir, hvussu tú gert. Øll, sum hava b-inntøku, fáa hetta bræv.

Flyt skattin á eina av kontunum niðanfyri

Viðmerk p-tal og 2024. Gert tú flytingina úr tínum peningastovni í annan, ger hana so í síðsta lagi dagin fyri freistina, tað er hósdagin, 30. januar 2025. So er skatturin á kontu okkara rættstundis dagin eftir.

PeningastovnurSkrás.nr.Kontunr.BIC/SWIFTIBAN
BankNordik6460101.104.0FIFBFOTXFO29 6460 0001 0110 40
Betri Banki9181152.861.2EIKBFOTFFO65 9181 0001 5286 12
Norðoya Sparikassi9865100.188.9NOYAFO21FO09 9865 0001 0018 89
Suðuroyar Sparikassi9870100.084.6SUSPFOT1FO21 9870 0001 0008 46
Danske Bank3100169.349.92DABADKKKDK88 3000 0016 9349 92

 

Meirles

Skattaroknarin
Sjálvuppgáva