Skriva út
15. november 2013

Sjónlig eftirlit tykjast virka

Seinasta árið hevur TAKS miðvíst arbeitt við at avmarka óregluliga nýtslu av vinnubilum. Tað tykist, sum um átøkini virka. Sunnudagin gjørdi TAKS enn eitt eftirlitsátak í sambandi við, at samkoma hevði møti í høllini á Hálsi í Havn. Eftirlitið vísti, at bert nøkur heilt fá fólk nýttu vinnubil í privatum ørindum hendan dagin. Sostatt verða tað nøkur fá, sum nú fáa bræv frá TAKS.

- Hetta fegnast vit sjálvandi um, tí ætlanin við hesum sjónligu átøkunum er, at tey skulu hava ein fyribyrgjandi virkna, og tað tykist at virka, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

TAKS gjørdi í fjør og fyrr í ár eftirlitsátøk til landsdystir og landskappingardystir í fótbólti. Í fyrstu átøkunum vóru fleiri, sum fingu bræv frá TAKS, men hetta tykist minkandi.

Vinnubilar eru bert eru ætlaðir til vinnuliga nýtslu. Tað er skattskyldugt hjá føraranum, um hann brúkar ein slíkan vinnubil til privata nýtslu, og fyritøkan hevur tá heldur ikki rætt til at fáa meirviriðisgjaldið endurgoldið.


TAKS
15. november 2013