Skriva út
20. juli 2015

Starvsfólk, sum flyta til Føroya í tíðaravmarkað starv, nýtast ikki at rinda til føroysku eftirlønarskipanina

Kunning til arbeiðsgevarar

Tá ið starvsfólk flyta til Føroya í tíðaravmarkað starv, kann søkjast um undantøku frá at rinda eftirløn til føroysku eftirlønarskipanina. Undantøkan kann í mesta lagi vera 60 mánaðir samanlagt.

Til at sleppa undan tíðarkrevjandi lønarrættingum, heita vit á arbeiðsgevarar um at spyrja hesi starvsfólk beinanvegin, tá tey verða sett í starv, um tey vilja rinda eftirløn til føroysku eftirlønarskipanina. Tað stendur teimum frítt at rinda eftirlønina, men av tí at fleiri teirra eru bert her í stutta tíð og kunnu velja at verða undantikin, so velja tey ofta at sleppa undan at rinda eftirløn.

Best er at kunna starvsfólk um henda møguleika áðrenn fyrstu lønarútgjalding, so tey kunnu søkja TAKS um at verða undantikin. Tá slepst undan at lønarrætta aftaná. Verður umsóknin gingin á møti, fara lønarflytingarnar ígjøgnum uttan at rinda eftirløngjaldið. Fyri tykkum arbeiðsgevarar merkir hetta, at eftirlønarparturin skal leggjast aftur at lønini og ávísast sum a-inntøka.

Søkjast kann um undantøku frá at rinda eftirløn til føroysku eftirlønarskipanina við fylla út oyðublaðið EL10. Tað liggur á heimasíðuni hjá TAKS og er bæði á føroyskum og enskum. Tað kann eisini heintast her.