Skriva út
16. desember 2022

Tað er ikki loyvt at keypa góðgæti, sum inniheldur heilivág

Kunning frá tolleftirlitinum

Tolleftirlitið kemur stundum fram á postsendingar við sonevndum sleep gummies ella sleeping gummies, sum tað eisini verður kallað. Hetta er góðgæti, sum ymisk evni eru latin í til at sova av. Líknandi góðgæti verður eisini nýtt til annan tørv, eitt nú sum klænkievni. Sum klænkievni verður tað ofta nevnt slim gummies, slimming gummies, skinny gummies, weight loss gummies o.a.

Apoteksverkið vísir á, at tílík vøra kann innihalda heilivág sum melatonin og cannabidiol (CBD)

Ger hon tað, er ikki loyvt at keypa hana á til dømis netinum og fáa hana senda til Føroya, tí bert Apoteksverkið kann innflyta heilivág til landið. Hetta staðfestir § 29 í lógini um apoteksverk og heilivág.

Kemur tolleftirlitið fram á slíka vøru, verður hon ikki útflýggjað, men fyribeind

Heimildin til hetta er staðfest í § 18, stk. 1, 2. pkt., í tolllógini. Tolleftirlitið sendir keyparanum bræv um hetta og kunnar um reglurnar á økinum. Gev gætur, at hetta er ikki bara galdandi fyri umrødda góðgæti, men fyri alla vøru, sum inniheldur heilivág, og sum verður innflutt ímóti lógini.

Er onnur lóglig vøra í sendingini, verður hon útflýggjað.

Leinki

Um at innflyta heilivág
Tolllógin (logir.fo)
Lóg um apoteksverk og heilivág (logir.fo)