22. apríl 2022
TAKS á kunnandi tiltaki fyri flóttafólk úr Ukraina
Fríggjadagin, 22. apríl, skipaðu Vinnuhúsið og Reyði Krossur fyri tiltaki, har flóttafólk úr Ukraina fingu kunning um, hvussu arbeiðsmarknaðurin og skattaviðurskiftini í Føroyum eru uppbygd.
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, greiddi frá, hvussu føroyska skattaskipanin er innrættað, og hvussu skattur og onnur samfelagsgjøld so sum heilsutrygd og barsilsgjald verða goldin. Eyðun kunnaði eisini um heimasíðuna hjá TAKS, har ein á enskum máli hevur møguleikan at lesa um øll grundleggjandi skattaviðurskifti í Føroyum, og kundatænastan hjá TAKS vegleiðir eisini fegin.
Umframt TAKS luttóku eisini Vinnuhúsið og ALS, ið greiddu frá føroyskum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.
Samanumtikið eitt viðkomandi og væl fyriskipað tiltak.