TAKS biður um umbering fyri óneyðugt órógv
Av misgáum er sjálvuppgávan 2013 hjá øllum teimum 353 persónunum, sum doyðu í 2013, sendar út til avvarðandi av teimum, sum andaðust. Tað eru ikki allar sjálvuppgávur hjá teimum, sum eru deyð, sum nýtast at latast inn aftur, og tí harmast TAKS um at hava órógvað nøkur fólk óneyðugt.
Hóast nakrar av hesum skulu latast inn aftur, so nýtast tey flestu avvarðandi, sum hava fingið tílíka sjálvuppgávu sendandi, í fyrstu syftu ikki at hugsa um at lata hesa sjálvuppgávuna inn aftur. Í teimum førum, har sjálvuppgávan skal latast inn aftur, fáa tey avvarðandi boð frá TAKS.
Hvørt ein sjálvuppgáva hjá einum deyðum skal latast inn aftur, er aloftast tengt at inntøkugrundarlagnum hjá tí, sum er deyður. Hevði viðkomandi A-inntøku, og vanliga ikki nýttist at lata sjálvuppgávu inn, kann TAKS sum oftast gera eina endaliga skattauppgerð fyri tað árið, har persónurin doyði. Harvið er óneyðugt, at sjálvuppgáva verður latin inn. Um tann deyði hevði B-inntøku, og tískil vanliga skuldi lata sjávuppgávu inn, so skal sjálvuppgávan hjá tí deyða oftast eisini latast inn fyri tað árið, har viðkomandi doyði.