Skriva út
30. mars 2017

TAKS fann 145 milliónir í 2016

TAKS hevur nú gjørt upp, hvussu eftirlitið hilnaðist í 2016. Tølini vísa, at komið varð fram á 145 mió. kr., sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar.

Í inntøkuskatti vórðu rættingar gjørdar fyri 105 mió. kr. – harav 90 hjá vinnuni og 15 hjá privatumpersónum. Í mvg og tolli var talan um 11,5 mió., og í kapitalvinningsskatti 13 mió. Harumframt koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Eftir at TAKS hevur fingið skeivar og manglandi uppgerðir upp á pláss, vísir úrslitið, at landskassin fekk góðar 40 mió. kr. afturat í 2016.

“Rættingar fyri 145 mió. kr. ljóðar av nógvum og er nakað oman fyri miðal,” sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. “Vit síggja tó eisini, at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað. Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Hetta vísir, hvussu umráðandi tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini,” sigur Eyðun Mørkøre.

Hvørt ár verður ætlan løgd fyri eftirlitsarbeiðið hjá TAKS. Torført er at meta um, hvat eftirlitið gevur, tí tað er skiftandi frá ári til ár, hvat funnið verður.